Barnaansingin í Vági opin alt summar

OLYMPUS DIGITAL CAMERABarnaansingin í Vági, sum fevnir um dagrøktarskipan og barnagarð, hevur opið í alt summar.

Nú summarfrítíðin nærkast er gjørt av, at barnaansingin í Vági hevur opið í alt summar, soleiðis at foreldur, ið hava tørv á tí, kunnu fáa børnini ansaði í tíðarskeiðinum frá 24. juni til 24. august.

Foreldur og starvsfólk hava víst á ynski í smb. við summarfrítíðina, og við tað at barnaansingin hevur opið í alt summar, er gjørtligt hjá øllum at fáa tað, tey ynskja.

Sum vant, skulu børn í ansing tó hava 4 samanhangandi vikur við summarfrí í tíðarskeiðinum frá 24. juni til 24. august.