Innskriving til barnaansing á heimasíðuni

Born-2009

Nú er gjørligt at gera innskriving til barnaansingina hjá Vágs kommunu beinleiðis her á heimasíðuni.

Innskrivingarskjalið verður fylt út á heimasíðuni, og tá trýst verður á send, verður skjalið sent Vágs kommunu – og tygum fáa síðani eina móttøkuváttan sendandi við telduposti (innanfyri nakrar dagar).

Sama innskrivingarskjalið verður brúkt til bæði dagrøktina og til vøggustovu, barnagarðspláss og frítíðarskúlapláss í barnagarðinum Eikilund. Á innskrivingarskjalinum ber til at raðfesta, um tú ynskir barn títt í ansing í dagrøktini ella í vøggustovu ella barnagarði.

Tú finnur innskrivingarskjalið undir “Umsóknarbløð” og undir “Tænastur”, “Børn og ung” og “Umsóknarbløð” – ella á beinleiðis leinkju her.