Flaggdagsrøðan 2013

Dennis Holm - Flaggdagsroda2013

Dennis Holm, borgarstjóri, helt flaggdagsrøðuna í Vági til Flaggdagshaldið 25. apríl.

Góðu skótar, góðu vágbingar, suðuroyingar – góðu áhoyrarar

Ár um ár savnast okur hendan 25. apríl at fagna og heiðra flaggi okra, Merkinum.

Hetta Merkið, sum varð tilevnað av ungum føroyskum studentum við Jens Olivur Lisberg, Paula Dahl og Janus Øssurson á odda í Keypmannahavn í 1919.

Á sumri sama ár veittraði Merkið fyrstu ferð í Føroyum, í Fámjin, tá Jens Olivur Lisberg hevði Merkið heim við. Og hongur hetta sama Merkið í dag í kirkjuni í Fámjin.

Tað skuldu tó ganga góð 20 ár, áðrenn Merkið tann 25. apríl í 1940, eftir at Danmark varð hersett av Týsklandi – og Føroyar av Onglandi, varð viðurkent sum tjóðarmerkið okra.

Síðan hetta hava okur ár um ár savnast at fagna Merkinum. Ikki bara her í Vági, men í bygd og bý kring landið. Og føroyingar uttanfyri landoddarnar savnast eisini hendan merkisdag at heiðra flaggi okra.

 

Eins og okur hendan 25. apríl savnast at fagna og heiðra Merkinum, fagnar og heiðrar Merkið okum gjøgnum alt lívið.

Neyvan eru okur nógvar tímar gomul, áðrenn Merkið veittrar við songina á sjúkrahúsinum. Barnaárini fylgir Merkið okum við føðingardagsheilsu í heiminum, í vøggustovu, dagrøkt og barnagarði.

Merkið er eisini vundið í húnarhátt, tá okur trína inn um skúlagátt fyrsta skúladag – og tá okur 10 ár seinni gerast liðug við fólkaskúlan og nøkur ár seinni við miðnámsskúla.

Merkið fylgir okum eisini á nógvum øðrum merkisdøgum á lívsins leið. Til dømis tá okur knýta hjúnaband, fara um rund aldursmørk, hava starvsdagar ella aðrar merkisdagar – ja, líka til okur fara okra seinastu ferð her á fold.

Í nærumhvørvinum er Merkið eisini ein týðandi partur av fagnaðinum av tiltøkum og stevnum. Fagnaðinum av einstaklingum, liðum, feløgum, fyritøkum og stovnum.

Tað er eisini við Merkinum undan, at okur fara út í heim at umboða tjóð okra. Tað verði seg í politiskum leiki og telving um kvotur og undirgrundarmark – ella bara á vitjan hjá vinartjóð.

Tá ítróttarfólk okra í dyst skulu kappast, umboðandi føroysku tjóðina, tá er tað við Merkinum á odda at stríði stendur. Eisini er tað sum oftast saman við Merkinum, at okur stevna út at vísa fram okra mentan og list, okra sereyðkennir sum fólk, land og tjóð.

 

Jú, Merkið hevur sanniliga stóran týdning fyri okum, bæði sum einstaklingar og sum fjøld. Merkið er ein týðandi ímynd av tí, sum bindir okum saman, sum ger okum til serstaka tjóð – sum ger okum til føroyingar.

Og tá okur síggja Merkið veittra í húnarhátt, hvar enn okur eru í Heiminum, so rennur í okum hendan kenslan av, at her hoyra okur til – her eiga okur heima. Og júst hendan kenslan av at hoyra til, hevur so stóran týdning fyri okum menniskju.

Skaldið Poul F. roynir at seta orð á hetta í yrkingini “Av øllum londum í eyst og vest”, har hann í tí eina ørindinum sigur:

Vit eru Føroyingar, serstøk tjóð
við felags lagnu eitt felagsblóð,
og felags minni
so mong tú finnur
úr tíðarflóð.

 

Eins og Merkið hevur týdning fyri okra felags føroyska samleika, hava okra lokali merkir, okra lokali varðar stóran týdning fyri okra lokala samleika, fyri tilknýtið okra til Vág.

Ígjøgnum tíðirnar hava okur í Vági megnað at bygt upp eyðkennismerkir, sum boða fólki kring landið og úti í heimi frá hvør okur eru og hvat okur standa fyri.

Flest øll okra eiga lut í onkrum av hesum eyðkennum – í hesum varðum, sum í so stóran mun eru ímyndin av Vági og vágbingum.

Taka okur nøkur eyðkennismerkir úr rúgvuni, so slepst neyvan undan at nevna nýggjárshaldið, sum 3. ættarliðið av vágbinginum nú er vorðin partur av at skipa. Hetta haldið á ársins síðstu nátt man verða eitt av týdningarmestu eyðkennismerkinum hjá okum vágbingum – og ein týðandi partur av tí at verða vágbingur.

Lokalu maritimu mentunarvarðarnir, sluppin Johanna, grindabátarnir, Garðabrúgv og Stóra Pakkhús hava stórt hundrað lið av vágbingum lagt tímar, dagar, vikur og ár í at byggja upp og halda, til heiðurs fyri býin, oynna og landið.

Og hvussu nógv av tykum eiga ikki fótafet og løtur saman við Kirkjukórinum Ljómi, Ruth Smith Savninum ella Bygdasavninum. –Ella hava lagt mánaðir og ár í at skipa fyri og byggja upp okra ítróttarlív innan eitt nú fótbólt, hondbólt, svimjing, og kappróður. –Ella lagt tíma eftir tíma í at skipa lokalu frítíðar- og trivnaðartilboðini.

 

Jú, vágbingar hava gjøgnum árini í felag bygt upp eina røð av lokalum eyðkennismerkjum – og okur behøvast ikki at leita ár aftur í tíðina. Okur hava bygt upp eyðkennismerkir í fyrrárið, í fjør og enntá í vár, tað er m.a. nýgjørda kappróðrarneystið eitt gott dømi um.

Og okur fara at byggja upp fleiri eyðkennismerkir – laga upp fleiri varðar í komandi tíðum. Hví – jú, tí hetta liggur til okra muru, hetta er partur av okra samleika, av tí at verða vágbingur.

Okur kenna tað øll. Nøkur taka fyrsta stigið, seta út í kortið og ganga undan, og skjótt leggjast fleiri afturat og fylgið gerst stórt. Og innan stutta tíð er ein tanki vorðin til handling – og handling ført við sær, at enn ein varði er lagaður.

Hygg til høgru og vinstru. Undir liðini á tær standa uttan iva fólk, sum eiga lut í onkrum av okra lokalu eyðkennismerkjum. Uttan iva eiga tú og onkur av teimum, sum standa rundan um teg, felags tøk, tá byrðar eru lyftir. Og tá okur hugsa um tað, so skapar tað í okum eina fløvandi kenslu, fer fram eitt smíl um andlitið.

Jú, lokalu eyðkennismerkini skapa livandi lív, knýta sambond og byggja upp vinalag millum fólkið, sum býr her á staðnum. Sambondini okra millum styrkja um felagskensluna, skapa ein felags samleika og styrkja um tilknýtið til Vág.

Og jú sterkari rótin er, jú betri grør tann blómandi urtin, sum okur vilja hava at vaksa her á staðnum. Og blómandi blómur draga til sín, hava eina atdráttarmegi, skapa lív, sum fleiri vilja verða partur av.

 

Tá okur ár um ár í felag fagna og heiðra okra lokalu varðum, okra lokalu eyðkennismerkjum, er tað altíð við Merkinum vundið í húnarhátt. Okra stoltleiki um lokalar varðar verður endurspeglaður í okra stoltleika um Merkið, í okra stoltleika sum føroyingar.

Í dag eru okur savnaði her hendan 25. apríl at fagna og heiðra Merkinum. Merkinum, sum er ímyndin av tí at verða føroyingur.

Lat løtuna eisini verða ein fagna av okra lokalum merkjum, tey eyðkennismerkini, sum hava so stóran týdning fyri okum øll. Tey eyðkennismerkini, sum gera, at okur ynskja at verða og liva her á staðnum.

Skaldið NePtuN hevur um nakar megnað at sett orð á hetta – og vil eg við nøkrum reglum úr yrkingini Heimbygdin mín at enda ynskja tykkum eitt gott vár og eitt gott summar.

Her á fedranna stað vil eg verða,
her mín sál finnur hvílu og frið,
eg sum barn lærdi tokka at bera
hesi bygd eins og fólki hennar’ við.

 

Takk fyri !