Evni: Vágs Havn

Ekspeditionsskipið Polarfront á Vág

Polarfront er eitt kent søguríkt veðurskip, sum í árunum frá miðskeiðis í 1970unum fram til 2010 var partur av veðurtænastuni hjá Norska Meteorologiska Instituttinum. Skipið hevur síðan 2017 verið á fronskum hondum og hevur siglt sum ekspeditiónsskip í Norðuratlantshavið.

Seinnapartin Flaggdagin kemur skipið á Vág, har tað liggur til tórsdagin, tá leiðin gongur til Havnar.

Vatnveitingin á havnarlagnum endurnýggja

Tekniska toymið hjá Vágs kommunu hevur seinastu vikuna arbeitt við at liðugtgera endurnýggjanina av vatnveitingini á havnarlagnum. Hetta hevur í styttri tíðarskeið um vikuskifti ávirkað nakrar av brúkarunum í kommununi; og skuldi hetta nú verið komið í rætt lag.

Les meiri

Móttøka tá Nýborg kom á Vág

Dennis Holm, borgarstjóri, bjóðaði Nýborg vælkomna til Vágs seinnapartin.

Dagurin í dag er ein góður dagur – ein stórur dagur – og vónandi eisini ein dagur, sum okur fara at minnast aftur á sum ein nýggj byrjan her í Vági.

Les meiri

Ein býarmynd á havnalagnum burtur

Í fleiri enn hálvthundrað ár vóru Esso-tangarnir á keiini í Vági ein partur av býarmyndini í Vági. Essotangarnir vóru tó tiknir niður í fyri nøkrum árum síðani og nú er tangagarðurin eisini tikin heilt burtur.

Les meiri

Gera dagføringar á havnalagnum

Í samband við at ætlanir eru um økt virksemi á virkinum hjá Bakkafrost (gamla Polarfrost) á keiini, hevur Havna- og Vinnunevndin tikið  stig til at gera ymiskar dagføringar á økinum.

Les meiri